Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Stuðul

MBM er ein virkin viðspælari í føroyska samfelagnum, og tí stuðla og samstarva vit við einstaklingar, bólkar, feløg og onnur í nærumhvørvinum í Føroyum.

MBM tekur í hvørjum einstøkum føri støðu til stuðul og samstarvsavtalur. Hugsanin hjá MBM er, at ein og hvør sponsoravtala skal koma báðum pørtum til góðar, samstundis at stuðuls og samstarvsavtalur skula verða í tráð við marknaðarføringsætlanina, ið MBM hevur lagt fyri komandi tíðarskeið.

Fyri at grundarlagið, hjá okkum, at viðgera innkomnu umsóknirnar skal verða so gott og rættvíst sum gjørligt, hava vit gjørt av

  • MBM viðger bert skrivligar umsóknir,
  • Lýsing av virkseminum + relevantar upplýsingar (navn/felag, adressa, ábyrgdari o.s.fr.)
  • Endamál og greining við tiltakinum/ stuðlinum
  • Lýsing har tað kemur fram, hvussu tiltakið/stuðulin kann tæna MBM.

MBM hevur avmarkaða fíggjarorku, og tí verða allar umsóknir viðgjørdar gjølla, umframt at øll fáa skrivligt svar.

Umsóknir um stuðul ið verðar sendar 14 dagar áðrenn tiltakið, verða ikki viðgjørdar. MBM stuðlar ikki: Skúlaflokkum ið fara á námsferð , keyp av lutaseðlum, keyp av fløgum, bókum ella líknandi.

Umleið einaferð um mánaðin viðgera vit á MBM innkomnu umsóknirnar.