Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Ísur við flykrubland


Arbeiðsháttur

Lat smørið brána á pannuni saman við putursukrinum. Koyr síðan kokus í og lat tað hita ígjøgnum. Síðan koyrir tú corn flakes í blandingina og rør væl til flykrurnar eru bleytar. 

Tak ísin úr frystaranum eina løtu áðrenn tú skalt brúka hann, so hann ikki er so gjøgnumfrystur. Sker eitt hóskiligt petti av ísinum og legg tað á ein tallerk. Lat so corn flakes blandingina omaná ísin og servera. Smakkað ómetaliga væl og er skjótt at gera.

Tilfar

Ein litur av vaniljuísi
50 gr. kirnað smør frá MBM
400 gr. putursukur
40 gr. kokus
150 gr. corn flakes

Fakta

Vøra: