Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Fiskasúpan


Arbeiðsháttur

Smeltið smørið í eini grýtu saman við karry og aromat.

Skerið gularøtur, leyk og purrur og koyrið í grýtuna.

Rørið hetta saman og lat steikja í uml. 5 min.

Koyrið síðan vatnið og rest av tilfarinum í grýtuna.

Latið suppuna kóka skakuliga í 10 min, so er klárt at eta.

Havið dampaðan fisk og/ella rækjur í suppuna og flutes/hvítleyksflutes afturvið.

Í staðin fyri róma ber eisini til at brúka matgerðaróma 18% (haldfør vøra).

Tilfar

50 g smør
2 tsk av karry
1 tsk av aromat
4 gularøtur
2 leykir
2 purrur
1 l av vatni
1-2 grønmetisterningar
1 pk av pikant osti
1 pk av róma
1 fl av Sveet chili (150 ml)

Fakta

Vøra: