Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Grísafat


Arbeiðsháttur

Hesin rætturin er ómetaliga lættur at gera og smakkar so sera væl.

Til 4 persónar skalt tú brúka umleið 1,5 kilo av grísakjøti. Tú kanst brúka tað grísakjøt, sum tú hevur hug at brúka, men bógvurin hóskar seg væl til rættin.

Fyrst skal kjøtið kryddast væl við salti, pipari og basilikum.

Legg síðan kjøtið í eina steikigrýtu saman við nógvum leyki, piparfruktum og gularótum. Tú kanst brúka so nógv av gularótum og piparfruktum, sum tú hevur hug til.

Set fatið inn í ovnin á umleið 180 stig og lat standa í 4 tíma.

Kóka síðan eplir til. Tá eplini eru kókað, skal tú flisa tey og seta tey inn í ovnin. Lat tey standa í ovninum, til tey eru passaliga skørp uttaná.

Síðan skalt tú servera alt við kirnaðum smøri og basilikum á eplunum. Vætuna, sum kemur frá steikigrýtuni skalt tú brúka sum sós. Lat ivaleyst av basilikum yvir rættin, tá tú serverar.

Rætturin er einfaldur og ómetaliga leskiligur, og kjøtið er bleytt sum smør at eta.

Gularøturnar saman við piparfruktunum og leykinum geva smakkin til sósina. Tú kanst lata róma út í sósina, um tú vilt hava fyllu í.

Tilfar

1,5 kilo grísakjøt
Salt
Pipar
Basilikum
Leyk
Piparfrukt
Gularót
Eplir
Kirnað smør

Evt. róma

Fakta

Tíð: 4 tímar
Portiónir: 4 persónar
Vøra: