Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Hvítleyksrækjur í persilluróma


Arbeiðsháttur

Tendra pannuna og lat umleið 100 gr av smøri á palluna og lat tað brána við ikki ov høgum hita.

Tak eitt petti av hvítleyki og sker tað í smá petti sum tú so letur út á pannuna. Lat ikki brúnkast. 

Lat samstundis rækjurnar út á pannuna og vend smørið, rækjurnar og hvítleykin saman meðan tað steikir lættliga. Lat ikki rækjurnar blíva ov heitar, tí so blíva tær seigar.

Lat síðan umleið 4 skeiðir av róma út yvir og vend rækjunum í rómanum. Blanda eina teaskeið av persillu í og vend øllum aftur og smakka til við salti eftir vild. Pynta við persillur og einari avskornari tomat.

Kann serverast á ella saman við snerktum breyði.

Tilfar

300 gr av stórum rækjum.
Ein petti av hvítleyki
Persillu
Eina lítla tomat
Smør frá MBM
Róm

Fakta

Tíð: 20 min
Portiónir: 4 portiónir