Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Kálsúpan


Arbeiðsháttur

Hakka leykin, gularøturnar og piparfruktina sundur í smá pettir. Lat tað í eina grýtu og koyr umleið 50g av kyrnaðum smøri frá MBM í grýtuna. Lat tað smásteikja til tað er bleytt.

Koyr síðan eina dós av hakkaðum tomatum í. Smakka til við pipar og salti.

Sker so kálhøvdið sundur í álir og koyr í grýtuna. Lat tað kóka við lágum hita í umleið 20 minuttir.

Koyr vatn í eftir tørvi so suppan verður so tjúkk, sum tú vilt hava hana.

Servera við 18% súrróma frá MBM.

Tilfar

Ein leyk
Tvær gularøtur
Eina piparfrukt
Tomat í dós
Eitt hálvt kálhøvd

Fakta

Tíð: 35 minuttir
Vøra: