Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Kjarnubreyð

Arbeiðsháttur

Loys gerina upp í blakið og flógvum vatni. 
Rør alt hitt tilfarið í uttan grahamsmjølið. Rør so grahamsmjølið í, eitt sindur í senn, til deiggið minnir um rísgreyt. koyrdi deiggið direkta í formar, legg eitt viskustykki út yvir og set deiggið at ganga í tveir tímar. Smyr tveir rugbreyðsformar við olju og koyr 
deiggið í formarnar. Set í kaldan ovn og lat ganga ein tíma. Set ovnin á 175 stig og baka breyðini niðast í ovninum í ein tíma. 

Legg bakipappír oman yvir breyðini og baka í ein tíma afturat. Tak breyðini úr 
forminum og lat kólna á rist við einum viskustykki omanyvir. 

Prei
"Stroy til dømis birkis ella sesam á breyðini, áðrenn tú setir tey í ovnin"

Tilfar

50 gr av ger
1 litur av blaki
1 dl av flógvum vatni
2 dl av skornum rugkjarnum
2 dl av hørfræi
1 dl av sesamfræi
1 dl av sólblómukjarnum
1 spsk. av grovum salti
1 kg av grahamsmjøli

Fakta

Tíð: 2 tímar
Portiónir: 2 breyð
Vøra: