Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Oljukókað blomkál við risotto


Arbeiðsháttur

Brúka eitt lítið blomkálhøvd, sum tú sker sundur í stórar bitar. Kóka blomkálsbitarnar lættliga

Tvær gularøtur sker tær í smáar fýrakantar.

Eina paprika og sker hana í smáar fýrakantar.

Ein leyk og hakka hann sundur í smá petti.

Koyr alt á pannuna við kyrnaðum smøri frá MBM. 

Lat ein hálvan kopp við rísi út yvir grønmetini. 

Síðan tekur tú blomkálini úr grýtuni og koyrir eitt sindur av vatninum í grønmetis- og rísblandingina og letur kóka. So hvørt tað verður turt, koyrir tú meira vatn á.  

Lat hitan ikki vera ov høgan


 

Blomkalið

Tak tvey egg, rør tey og krydda við salti, pipari og tí, tær hóvar. Koyr eina skeið av mjøli í, so blandingin verður eitt sindur tjúkk. 
 

Tak eina grýtu og lat olju í og legg so blomkálini í eggblandingina og síðan í oljuna, tá oljan er heit, og kóka í oljuni til blomkálini hava fingið ein heilt ljóðabrúnan lit.

Servera oljustoktu blomkálini saman við rís og grønmetisblandingini.

Tilfar

1 lítið blomkálhøvd
2 gularøtur
1 piparfrukt
1 leyk
Kyrnað smør
0,5 kopp rís
2 egg
Olja
Salt
Pipar
1 sk. mjøl

Fakta

Vøra: