Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Skons við sjokulátu, tranaberjum (úr bókini "Leskilig jól")


Arbeiðsháttur

Arbeiðsháttur:

  • Sker smørið í smáar bitar
  • Blanda hveitimjølið saman við sukrinum, saltinum og bakipulvurinum og morla smørið í blandingina
  • Sker sjokulátuna grovt og koyr í blandingina saman við tranaberjunum
  • Koyr blakið og eggini í. Samla deiggið og elt, til tað er javnt. Koyr møguliga meira mjøl í, um deiggið kennist kleprut
  • Ger fýra bollar og rulla út til rundingar uml. 15 cm í tvørmáti
  • Sker hvønn rundingin í fýra, so tað vera 16 skons, og set á bakipappír á bakarovnsplátu
  • Hita ovnin til 200° og baka skonsini mitt í ovninum 15-20 min.

Úr bókini Leskilig jól

Tilfar

Tilfar:
150 g av køldum smøri
550 g av hveitimjøli
120 g av sukri
1 tesk. av salti
6 tesk. av bakipulvuri
100 g av myrkari sjokulátu
50 g av turkaðum tranaberjum
2½ dl av blaki
2 egg

Fakta

Portiónir: 16 stk.