Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Smørbolli við rækjubland


Arbeiðsháttur

Kóða vatn og smørið saman og lat mjøli spakuliga í, meðan tú rørir skjótt.

Tak grýtuna av og lat handa køla í 5 til 10 minuttir.

Píska so eggini í eitt í senn, so at tú pískar umleið eitt minutt fyri hvørt eggið.

Deiggið er klárt, tá tað blivið til eitt tjúkt krem, sum klárar at halda skapið sjálvt.

Deil so deiggið út á eina plátu í ta stødd, tú ynskir tær. Bakað deiggið við 200 hitastigum í umleið 25 minuttir. 

Ikki brúka hitaluft. Tak plátuna út, tá bollarnir eru ljóst brúnir.

Blanda síðan rækkublandina. Hon er sera einføld, tí tú skalt bara tiðna rækjurnar og lat so mikið av hvíta í, sum tú heldur er hóskandi. Smakka til við salti og pipari.

Sker bollarnar í helvt og lat so rækjublandina í.

Tilfar

2,5 dl vatn
125 gram kyrnað smør
130 gram hveitimjøl
4 egg
200 gram rækjur
250 gram hvíta frá MBM

Fakta

Tíð: 40 - 45 minuttir
Vøra: