GÓÐAR GRUNDIR

til at mjólk og mjólkarúrdráttir eru við í heilsugóðum og burðardyggum mati

Tú kanst liva við ongari mjólk.
Tú kanst eisini liva við ongum gularótum,
brokkoli, rugbreyði og livurpostei.

MEN. Vit eta fyri at fáa orku og føðsluevni, so at kroppurin virkar.
Og mjólkin eigur týðandi føðsluevni í sær sum til dømis kálk og eggjahvítaevni.

Her fært tú 5 góðar grundir til, at mjólkarúrdráttir eru við í heilsugóðum og burðardyggum mati.

1

VIÐ Í ALMENNU KOSTRÁÐUNUM

Mjólk og mjólkarúrdráttir eru partar av almennu kostráðunum, sum hava tað endamál
at vísa leiðina til mat og drekka, ið er gott fyri heilsuna og veðurlagið.

So longu her hava vit fakligt grundarlag fyri, at mjólk og mjólkarúrdráttir kunnu vera við
í heilsugóðum og burðardyggum mati.

Hvussu nógvari mjólk er so pláss fyri sambært tilmælum frá danska Fødevarstyrelsen??
Tað veldst eitt sindur um, hvat tú annars etur.

Tú kanst drekka 250 ml av mjólk dagliga, etur tú annars nógv og ymisligt grønt.
Etur tú harafturímóti ikki nóg nógva bjølgfrukt og myrkagrønt grønmeti, kanst tú drekka 300-350 ml av mjólk og mjólkarúrdráttum um dagin.

Umframt tað kanst tú eta 20 g av osti ella 100 ml av mjólk og mjólkarúrdráttum (t.d. jogurt) um dagin.

Tilmælið til børn undir 10 ár er eitt sindur minni – 250-300 ml um dagin.

Nágreiningar um tilmælini til ymsu aldursbólkarnar:
https://altomkost.dk/raad-og-anbefalinger

2

MJÓLK ER GÓÐ* KÁLKKELDA

Beinagrindin verður brotin niður og bygd upp aftur alt lívið. Í royndum verður øll beinagrindin skift út hvørt tíggjunda ár. Tí tørvar kroppinum týðandi føðsluevni sum t.d. kálk. Mjólk er ein góð kálkkelda.

”Men vit fáa nóg mikið av kálki,” sigur onkur.
Jú, tey allarflestu. Matkanningar vísa, at í miðal fáa allir aldursbólkar nóg mikið av kálki. Sama kanning vísir, at mjólk og ostur eru tær frægastu keldurnar, haðan vit fáa kálk. Sostatt fæst nóg mikið av kálki, tí vit eta ost og drekka mjólk.

“Men fleiri aðrar keldur enn mjólk eru til kálk …”
Jú, men stórar mongdir skulu etast. Tú skalt t.d. eta eitt heilt brokkoli, skalt tú hava somu nøgd, sum er í einum glasi av mjólk. Eisini kanst tú eta eitt HEILT rugbreyð – so fært tú somu nøgd av kálki, sum er í einum glasi av mjólk. Við øðrum orðum: Tú skalt eta stórar nøgdir.

“Mjólk er bara til børn …”
Nei, kálk er týdningarmikið alt lívið. Tilrádda dagliga nøgdin er 800 mg til vaksin.

(*) Er bara galdandi fyri millummjólk, soltimjólk, lættimjólk og jogurt

3

TAÐ ERU NÓGV EGGJAHVÍTAEVNI Í MJÓLK

Eggjahvítaevni gera sítt til at byggja vøddarnar upp og halda teir væl. Í føroyskum mati eru nógvar keldur til eggjahvítaevni: kjøt, fiskur, egg, bjølgfrukt og mjólkarúrdráttir. Men eggjahvítaevni eru ikki bara eggjahvítaevni – tað er munur á góðsku. Í stuttum snýr tað seg um nøgd og miðsavnan av týðandi aminosýrum í eggjahvítaevninum.

Heimasíðan SUNDHED.DK skrivar um góðskuna í eggjahvítaevnum:
Vøra úr dýrum sum kjøti, flogfenaði og fiski, eggum og mjólkarúrdráttum hava eggjahvítaevni (…) millum 90 og 100% av tí røttu samansetingini og teimum týðandi aminosýrunum.

Minni av góðum eggjahvítaevnum er vanliga í føði úr plantuheiminum sum kornvørum (t.d. havra, rugi og rísi), eplum og bjølgfruktum (t.d. linsum og bønum). Flestu kornvørur og bjølgfruktir hava eina eggjahvítaevnisgóðsku ímillum 45 og 80% (…)

Soya og soyavørur sum tofu hava (…) góð eggjahvítaevni á leið 90% (…)

Sundhed.dk er samstarv millum danska Heilsustýrið og danska Kommunufelagið.

4

SMAKKUR

Hevur tú eina ferð roynt at sløkkja tosta við einum glasi av ísakaldari mjólk, varnast tú, at mjólkarsmakkur er í flokki fyri seg. Smakkurin verður ikki eftirgjørdur.

Tann góði smakkurin er eisini kjarnin í mongum øðrum mjólkarvørum. Mjólk og mjólkarvørur eru týðandi partur í føroyskari og norðurlendskari matmentan og verður nógv brúkt í matgerð.

Skulu vit eta burðardyggari, tørvar okkum at menna nýggjar, grønar rættir við góðum smakki.

Ikki minst snýr tað seg um umami. Tann góða, djúpa smakkin, sum ikki er í grønmeti, men sum kjøt og mjólkarvørur hava ov mikið av.

Tí eru ostur, rómi, súrrómi og aðrar súrgaðar vørur eyðsýndir partar og smakkveitarar í mongum grønum rættum.

5

MJÓLKIN ER PARTUR AV BURÐARDYGGUM MATI

Í FAO, LANDBÚNAÐAR- OG MATVØRUFELAGSSKAPINUM HJÁ ST, verður burðardyggur kostur lýstur sum matur, ið er
1. Føðslugóður, tryggur og heilsugóður
2. Sum verjir og virðir umhvørvið
3. Fíggjarliga møguligur hjá øllumm
4. Mentanarliga góðkendur

Soleiðis kemur mjólk undir lýsingina hjá FAO

1. Hon gevur okkum týdningarmikið eggjahvítaevni, kálk, B12-vitamin og fosfor.
Umframt hava føroyskar mjólkarvørur góða matvørutrygd.

2. Øll matvøruframleiðsla leggur trýst á umhvørvið. Mjólkarframleiðslan er ein serlig avbjóðing, tí frá kúnni kemur nógv metangass, men bæði á gørðum og mjólkarvirkjum verður arbeitt við at skerja umhvørvisávirkanina. Síðan 1990 er ávirkanin minkað 18% fyri hvørt kilo av mjólk í Danmark, og donsk mjólkarframleiðsla telist millum tær munadyggastu í heiminum. Málið er at verða CO2-neutralur í 2050.

3. Í Føroyum hava handlarnir stórt úrval av mjólkarúrdráttum fyri kostnað, sum hóskar flestu matfíggjarætlanum. Fyri peningin, tú letur, fæst gott føðsluvirði í mjólkarkølidiskinum.

4. Tað er umráðandi, at tilmælti kosturin hóskar føroyskari matmentan. At broyta vanar er ikki lætt, men við at lata kendan smakk í mjólkarúrdrátti út í grønar rættir verða teir lættari at kenna aftur og tí eisini lættari at sameina við føroyska matmentan.

6

HVUSSU VIÐ VEÐURLAGNUM?

At framleiða mjólk leggur trýst á umhvørvið. Men tað ger allur matur – eisini tann, ið er grundaður á plantur.

Tað merkir ikki, at veðurlagsávirkanin frá mjólkini ongan mun ger. Als ikki. Tann ávirkanin skal minka, og tað arbeiðir vinnan miðvíst við at gera.

Á Mjólkarvirki Búnaðarmanna vilja vit fegin hava fleiri tættir inn í orðaskiftið. Vit vilja fegin vísa, at tað ikki er annaðhvørt – ella, men heldur bæði – og, tá ið talan er um mat úr plantum og kjøti í sambandi við veðurlagið.

Talvan niðanfyri frá grøna tankatanganum Concito lýsir væl hesi viðurskifti.

Veðurlagsávirkan frá ymsum drykkivørum (CO2 fyri hvørt kilo
í klombrum)

• Mandludrykkur (3,52)
• Súrepladjús (1,64)
• Appilsindjús (1,32)
• Sodavatn við sukri (0,55)
• Minimjólk (0,48)
• Havradrykkur við kálki (0,37)
• Mineralvatn, danskvatn (0,22)
• Kranavatn (0,00)

Kelda: Concito: Den Store Klimadatabase

GÓÐAR GRUNDIR

til at mjólk og mjólkarúrdráttir eru við í heilsugóðum og burðardyggum mati

Surfa og
síggj meira