16.10.2021
Summarskálskøka
ArbeiÐsháttur:
Soleiðis gert tú botnin:
Blenda ella hakka keksirnar til eitt morl
Smelta smørið í eini grýtu og lat saltið í og stoyt oman á keksamorlið
Breið keksabotnin í ein springform Ø20 cm. Brúka eina skeið til at trýsta botnin niður við. Legg eisini keksamorlið eitt sindur upp eftir síðunum á forminum, so tað sæst, tá ið køkan er liðug
Soleiðis gert tú Summarskálmousse:
Legg fyrst límbløðini á blot í køldum vatni
Píska eggjareyðarnar við sukri og vanilju til hvítt skúm. Píska róman til skúm
Pressa saftina úr sitrónini og lat hana í eina grýtu. Hita hana lætt og lat bloyttu límbløðini í grýtuna og syrg fyri, at tey eru smeltað
Lat summarskál í grýtuna og píska, so eingin klumpur er í
Stoyt summarskálblandið í bollan við pískaðum eggjareyðum, og vend tí saman. At enda verður rómin varliga vendur í, og moussein verður stoytt í formin
Lat køkuna standa kalt til dagin eftir ella í minsta lagi tríggjar tímar, áðrenn tú borðreiðir
Pynta við blómum, ið eru etandi, myntu og kamarjunkarum
Prei
Tá køkan skal úr forminum, kanst tú brúka ein lítlan bunsenbrennara at hita uttan á forminum, so køkan sleppur lættari úr. Um tú ikki hevur ein brennara, kanst tú brúka ein heitan lappa
Tilfar
Botnur:
- 125 g av digestive keksum
- 75 g av kamarjunkarum
- 120 g av smøri frá Røsku
- 2 g av saltiSummerská
lmousse:
- 50 g av past. eggjareyðum
- 75 g av sukri
- 1 tsk av vaniljusukri
- 200 g av summarskál
- 2,5 dl av róma frá Røsku
- 5 límbløð
- 50 g av sitrónsaft (uml. 1 sitrón)